Viðtøkur fyri foreldraráðið

Endamál

§ 1. Endamál foreldraráðsins er at fremja áhugamál foreldranna í samráð við leiðaran á stovninum og skal arbeiða fyri at styrkja um samstarvið ímillum heim, foreldur, stovnin og kommunu.

Foreldraráðið skal virka fyri trivnaði millum børn, foreldur, starvsfólk og stovnin.

Heiti

§ 2. Foreldraráðið fyri Býlingshúsið Vesturi á Flat í Tórshavnar kommunu .

Foreldraráðslimir

§ 3. Í ráðið kunnu veljast øll, sum hava børn í stovninum.

Atkvøðurættur

§ 4. Foreldur ella avvarðandi hava eina atkvøðu hvør.

Ráðið

§ 5. Foreldraráðið er samansett av trimum ella fimm limum, sum foreldrafundurin ger av. Ávikavist verða tveir og tríggir limir valdir í líkatals ári og ávikavist verða ein og tveir limir valdir í ólíkatals ári. Ráðið verður valt við vanligum atkvøðumeiriluta millum møttu foreldrini ella avvarðandi.

Fyri hvønn ráðslim verður valdur ein varalimur eftir somu skipan sum ráðsval.

Fer barn hjá ráðslimi úr stovninum, tekur varalimurin sæti í ráðnum.

Foreldraráðið kemur saman minst eina ferð um ársfjórðingin og áliggur tað formanninum at kalla saman. Berst honum frá kallar næstformaðurin ráðið saman.

Ráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og skrivara.

Ráðsfundur er viðtøkuførur, tá í minsta lagi helmingurin av ráðslimunum eru møttir. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Miðast skal tó ímóti, at ráðsavgerðir eru einmæltar.

Skrivarin skrivar fundarfrásøgn, sum verður undirskrivað av ráðslimunum eftir fundin ella á fyrstkomandi ráðsfundi.

Foreldrafundur

§ 6. Foreldrafundur verður hildin á heysti eina ferð um árið við hesi dagsskrá:

  • Frásøgn frá stovnsleiðaranum frá farna ári
  • Frásøgn frá foreldraráðnum
  • Val av limum og varalimum til foreldraráðið
  • Viðger av innkomnum málum
  • Ymist
  • Uppskot, sum skulu viðgerast á foreldrafundi, skulu skrivliga vera ráðsformanninum í hendi seinast 7  dagar fyri fundin

Foreldrafundurin er viðtøkuførur, tá minst helvtin av barnatalinum er umboðað.

Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta.

Foreldrafundur verður annars hildin, tá helvtin av ráðslimunum, leiðarin, minst 5 av foreldrunum ella kommunan ynskja tað.

Fráboðan til foreldrafund skal vera við uppslagi á stovninum við 14 daga varningi.

Er talan um mál, ið hava serligan skund, kann víkjast frá 14 daga tíðarfreistini.

Samráðingar

§ 7. Ráðið er lið millum foreldur, stovnsleiðara og kommununa.

Ábyrgd limanna

§ 8. Hvør limur í ráðnum hevur tagnarskyldu um øll viðkomandi viðurskifti sum hann fær kunnleika um á ráðsfundi ella á annan hátt. Tagnarskyldan er eisini galdandi eftir at limur er farin úr ráðnum.

Hvør ráðslimur skal undirskriva eina váttan um tagnarskyldu.

Aðrar ásetingar

§ 9. Innlit í fundarfrásagnir v.m. frá ráðs- og ella foreldrafundum verða ásetingarnar í løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina gjørdar galdandi.