Býlingshúsið Vesturi á Flat

Á stovninum ganga 97 børn á sjey stovum. Stovnurin er nýliga útbygdur og er farin frá at hava 3 stovir til nú sjey stovir.

Vøggustovurnar sum eru børnini í aldrinum 0-3 ár:

  • Rossagil
  • Djúpagil
  • Lítlagil

Barnagarðurin sum eru børnini í aldrinum 3-7 ár:

  • Kúrdalur
  • Klingrudalur
  • Hoydalar

Serstovan fyri børn við serligum tørvi:

  • Víkin Fagra

 

Okkara stovnur liggur í einum náttúruríkum umhvørvið, har við hava bæði haga, á og vatn sum okkara nærmasta granna. Hetta setur ein serligan dám á stovnin, og gera vit nógv av at vitja náttúruna.

Okkara reglugerð:

  • Vit hava opið frá 7.30 – 17.00
  • Børnini skulu vera á stovninum áðrenn 9.30, um ongin onnur avtala er gjørd
  • Sigið altíð frá, til eitt starvsfólk, tá tit koma við og eftir børnunum
  • Lesið boðini, sum verða skrivað á talvuna