Býlingshúsið Vesturi á Flat

Á stovninum ganga 45 børn á trimum stovum.

  • Tjaldursstovu ganga tey minstu børnini, sum eru 0–3 ár
  • Lundastovu eru børnini í aldrinum 2-4 ár
  • Ritustovu er børnini í aldrinum 4-7 ár

Okkara stovnur liggur í einum náttúruríkum umhvørvið, har við hava bæði haga, á og vatn sum okkara nærmasta granna. Hetta setur ein serligan dám á stovnin, og gera vit nógv av at vitja náttúruna.

Okkara reglugerð:

  • Vit hava opið frá 7.30 – 17.00
  • Børnini skulu vera á stovninum áðrenn 9.30, um ongin onnur avtala er gjørd
  • Sigið altíð frá, til ein vaksnan, tá tit koma við og eftir børnunum
  • Lesið boðini, sum verða skrivað á talvuna
  • Fyrsti fríggjadagur í hvørjum mánað er morgunmatur fyri børnum og foreldrum, frá 08.00 til 09.30